Wednesday 6 May 2009

Prologur

This article is written in Faroese. First I briefly write what the purpose of this blog is, namely to write about mathematics as a whole, and pick out subjects to look at more close, especially subjects relevant for high school students. After that I touch on the issue of which word to choose for mathematics in Faroese. There are namely two choices: should I use the more international matematikk or the more Faroese støddfrøði. I don't reach a conclusion here, but I will return to the issue. Finally I mention Euler's identity (as it is called on Wikipedia), which I will look at more closely in forthcoming articles.

Kæru lesarar. Hetta er fyrsta grein á einum bloggi, ið eg havi valt at kalla Støddfrøðiheimurin. Her er ætlanin at skriva um støddfrøði sum heild, og taka ymisk evni úr støddfrøðini fram til viðgerðar. Evni, sum kanska serliga skúlanæmingar møta í skúlatíð síni. Talan kann til dømis vera um at úrleiða differentialkvotientin fyri eina funktión av einum variabli. Ella at viðgera Riemannintegralið.

Hetta var so eitt sindur um, hvat ætlanin er at skriva her. Eg haldi at eg eisini má skriva eitt lítið sindur um okkurt hissini matematiskt. Har segði eg matematiskt, hóast eg havi sagt støddfrøði longur uppi. Tí má eg siga beinanvegin, at hesi orð vera brúkt hvørt um annað. Eg havi ikki sett nakrar reglur upp fyri, nær eg sigi støddfrøði/støddfrøðiligt og nær eg sigi matematikk/matematiskt.

Tað, sum eitur mathematics á enskum - ella matematik á donskum - velja summi at kalla støddfrøði á føroyskum. Hugsanin handan orðið má vera, at matematikk er læran um støddir. Ein kann so spyrja, um matematikk kann skilmarkast so einfalt. Eg skal ikki koma við nøkrum svari her, men fari at venda aftur til spurningin.

Lat meg enda hesa fyrstu greinina við at nevna eina sera kenda líkning:
\[e^{i\pi}+1=0\]
Henda líkning er sera kend og nógv umhildin, tí hon inniheldur grundleggjandi matematiskar konstantar. Líkningin er av nógvum mett, sum vakrasta matematiska líkning yvirhøvur. Í komandi greinum viðgeri eg líkningina nærri.

1 comment:

  1. Kul! Eg gleði meg til at lesa meira.

    Eg mundi spurt teg ein laaangan purning um hasa líkningina og hví divideringsstrikan vendi skeivan veg, tá eg uppdagaði at tað var tí noscript blokeraði applicatiónina, sum teknar líkningarnar, so hon sá ordiliga weird út :P Nú havi eg loyvt yourequations.com, so nú riggar :)

    ReplyDelete